Serliga fyrraparti av degnum verður veðrið gott við sól, og tað verður turt.
Veðrið er av tí fínasta í morgun, og sagt verður frá góðum veðri inntil í kvøld.
Tað verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi. Turt og fyrrapartin sól, men seinni meira skýggjað.
Hitin fer at liggja millum fimm og átta stig.
Í kvøld og í nátt veksur hann vindin nakað, og út á náttina verður vindurin frískur. Tað verður skýggjað veður og regn.