Hevur tú verið generalur í amerikanska herinum, kann tað væl loysa seg at stilla upp til forseta. Av teimum 43 forsetunum, sum USA hevur havt, vóru ellivu fyrrverandi generalar.
Nú ætlar ein afturat at royna. Tað er Wesley Clark, sum ætlar at royna at gerast valevni hjá demokratunum til forsetavalið næsta heyst. Hann hevur arbeitt í herinum í 34 ár og varð særdur fýra ferðir í Vietnam-krígnum. Tað telur í USA.
Wesley Clark boðaði frá avgerð síni í síðstu viku, og longu nú vísa meiningakanningar, at hann er tann, sum hevur besta møguleikan at koyra Bush úr Hvítu Húsunum. Tann seinasta kanningin sigur, at fáa amerikanararnir møguleikan at velja ímillum Bush og Clark, ætla 47 prosent at kvøða fyri Bush og 43 prosent fyri Clark. Hann er tí tað demokratiska valevnið, sum hevur besta møguleikan at vinna á sitandi forsetanum.
Men eitt annað spennandi úrslit er eftir, sjálvt um tað ikki tykist serliga hugsandi í løtuni. Kanningar í USA vísa, at nógvir demokratar vilja hava Hillary Clinton ella Al Gore at stilla upp fyri demokratarnar, sjálvt um bæði hava boðað frá, at tey fara ikki at stilla upp.