Forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe, heldur, at George W. Bush, forseti, heldur seg kunna liva og láta, sum hann vil. Bush heldur seg vera Guð, sigur Mugabe.
-Vit eru tvungin til at góðtaka ein nýggjan átrúnaðarligan politikk, hvørs grundsetningur er, at tað er bara ein politiskur Guð, George W. Bush, og at Tony Blair er profetur hansara, segði Mugabe á aðalfundinum hjá ST fyrradagin. Bæði USA og Bretland hava sett handilstiltøk í verk ímóti Zimbabwe, og tað var ivaleyst tað, sum fekk Mugabe at taka so dýran til. Men Mugabe fýltist eisini á, at bretska stjórnin samstarvar við andstøðuna í Zimbabwe.
-Enn einaferð hava vit sæð, at lógloysingurin Blair og harri hansara í Washington halda, at Guð hevur latið teimum upp í hendi at stýra heiminum, segði Mugabe og legði afturat, at fyrrverandi hjálandaharrar eiga ikki at læra onnur, hvat demokrati er.