– Eg fari uttanlands í næsta mánað, men tá ið eg komið aftur, fari eg at nokta at lata met kanna fyri korona.
Tað gjørdi Jógvan Páll Lassen, sakførari, púra greitt í tíðindunum á útvarpsstøðini, FM1 í gjár.
Landsstýrið hevur gjørt av at allir útlendingar, sum koma til Føroya, skulu lata seg kanna fyri korona. Men frá 27. Juni skulu eisini allir føroyingar, sum hava verið uttanlands og ferðast, eisini lata seg kanna.
Men tað ætlar jógvan Páll Lassen ikki, tí hann sigur, at framferðin hjá landsstýrinum er rætt og slatt for langt úti.
Hann sigur, at tá ið hann kemur aftur, ætlar hann ikki at lata seg kanna.
– Eg ætli at marsjera beint ígjøgnum og politiið kann ikki taka meg ella gera nakað sum helst tí eg havi einki revsivert gjørt, hvørki so ella so.
Tað, sum sakførarin serliga átalar, er, at landsstýrið hevur biðið tvey privat feløg standa fyri at kanna tey fólk, sum koma til Føroya.
Og tað hevur landsstýrið gjørt, uttan at útvega sær lógarheimild til tað.
Hann er ikki ímóti, at fólk vera kannað fyri korona, men tað er Heilsuverkið, sum skal standa fyri teimum kanningunum.
– Eftir lógini er tað ein lækni, sum skal standa fyri slíkum arbeiði og ikki eitt privat felag, sigur Jógvan Páll Lassen.
Hann sigur, at vil landsstýrið, at privat feløg skulu standa fyri kanningunum, eigur Løgtingið at samtykkja tað við lóg, at privat feløg kunnu standa fyri kanningunum, har tað er ásett, hvørjar reglurnar eru, sigur Jógvan Páll Lassen.
Men tað hevur Løgtingið ikki gjørt og tí er heldur eingin heimild til at lata tvey privat feløg kanna tey, sum koma til landið, sigur hann.
– Sum støðan er nú skulu øll, sum koma til Føroyar, lata eina roynd av spýtti til eitt privat felag, og so mugu vit bara hava álit, at royndin bara verður brúkt til eitt ávíst endamál.
– Vit hava ikki hóming av, hvat hetta privata felagið brúkar royndirnar til, sigur hann. Hann segði í lesarabrævi í gjár, at slíkar royndir kunnu verða brúktar til alt millum og jørð, eisini. Til DNA-royndir og alt tað, sum hartil hoyrir, og hann loyvir sær at spyrja, hvørjar trygdarreglur eru galdandi í hesum sambandi.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jógvan Páll Lassen greiða frá, hví hann heldur, at nú er landsstýrið farið út um mark