– Eg beri ongan ótta fyri, at vit fara at mat. Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum. Kríggið í Ukraina hevur víttfevndar avleiðingar, eisini fyri framleiðsluna av matvørum, tí Russland og Ukraina eru stór- útflytarar av av alskyns kornvørum og landbúnaðarvørum.
Tí hevur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurt Magnus Rasmussen, hvat verður gjørt við matvørutrygd í Føroyum. Landsstýrismaðurin sigur, at hetta er ein spurningur, sum hevur verið viðgjørdur í Kreppuráðnum, men sum støðan er nú, verður mett, at bæði flutningskervið og veitingartrygdin eru í lagi. Tað verður eisini mett, at vit, sum heild, fáa fatur á teimum matvørum, sum tørvur er á í Føroyum.
– Prísurin á matvørum er hækkaður kring allan heim, og tað merkist eisini her hjá okkum. Hetta kann gerast ein tyngjandi útreiðsla hjá summum, men í løtuni er eingin ætlan um at taka nøkur stig hesum viðvíkjandi, sigur Magnus Rasmussen. Men tey fylgja væl við gongdini, leggur hann afturat.
Les eisini: Nú er stórur vandi fyri at nógv fólk verða fátæk
Men hann sigur, at í Føroyum eru vit í teirri hepnu støðu, at vit eru ein matvøruframleiðandi tjóð. Vit hava góða atgongd til matvørur úr sjónum, og tað er eisini fyrst og fremst sjógvurin, sum er okkara kovi. – Fer tað at sansa at við matvørum, verður tað tískil sjógvurin, sum verður álitið. Men eg beri ongan ótta fyri, at vit fara at koma í ta støðu, at vit fara at mangla mat, sigur landsstýrismaðurin.
Í hesum sambandi er eisini umráðandi at hava í huga, at so leingi fólk halda fram at keypa á vanligan hátt uttan at leggja inn undir seg, er nóg mikið til øll. Landbúnaðurin er sjálvsagt eisini ein týðandi partur, tá ið ræður um at framleiða okkara egnu matvørur, men henda framleiðslan er ikki nóg stór til, at vit kunnu seta alt álit á hana.
– Vit eiga at fáa sum mest burtur úr tí tilfeingi, sum vit hava, eisini í landbúnaðunum, men hesar tillagingar taka langa tíð. Í løtuni er støðan kortini tann, at vit enn sum áður í stóran mun mugu dúva upp á innfluttar landbúnaðarvørur. Landbúnaðarpolitikkurin, sum sjøtul er settur á, fer at eggja vinnuni til at vaksa um landbúnaðarframleiðsluna á ymsum økjum, og eg vænti, at hettafer at gerast eitt gott ískoyti til ætlanina um at fáa sum mest burtur úr egnum tilfeingi, bæði á sjógvi og landi, sigur Magnus Rasmussen.