Randi í Jógvanstovu, Leirvík
Tað er so einki at taka feil av.
Nógvar hava umberingarnar verið, fyri ikki at geva okkum í Leirvík eina sømiliga loysn á vegaføringini í Leirvík. Men tann hjá Bárði ber prísin.
Hann sigur, at: Fáa leirvíkingar veg við lokrennu á sløttum, sum í minsta lagi verður tvífalt so dýrur, sum ein vegur oman fyri bygdina, kunnu vit vænta, at trýstið aðrastaðni fer at veksa. (Smbr. Sosialinum 20. februar). Síðani vísir hann til, at veganetið nógva aðra staðni í landinum als ikki er útbygt til nógvu ferðsluna og ber fram, at vandi er fyri, at aðrar kommunur fara at seta somu krøv.
Sostatt er niðurstøðan hjá Bárði Nielsen: Tað ber ikki til at fíggja eina loysn í Leirvík, sum er góð, tí so fara onnur eisini at biðja um skilagóðar loysnir.
Tí er tað í lagi at brúka eina vánaliga loysn í Leirvík, tí tað finnast so nógvar aðrar vánaligar loysnir í landinum. Hann forbarmi seg.
Sammetingargrundarlagið skal vera so vánaligt sum gjørligt, heldur enn so gott sum gjørligt. Ei undur í at vit ikki koma longur í hesum landinum, men standa og tøva í sama stað.