Hans Jacobsen doyði í 2011, á 70 ára føðingardegnum hjá konuni.
Oddvør Jacobsen hevði avtalað við mann sín, sum lá á Landssjúkrahúsinum, at hon og børnini skuldu koma at halda 70-ára føðingardag sín saman við honum. Men brádliga gjørdist talan ístaðin um ein sorgardag burturav.
Í samrøðuni í Dimmalætting minnist Oddvør aftur á tíðina seinnapartin í sekstiárunum, tá Hans og bróðirin Rólant stríddust við at fáa virksemið inni á Bakka á føtur.
Tað var ikki bara sum at siga tað, tí teir høvdu bæði sínar upp og niðurtúrar.
Kortini eydnaðist teimum við áræði og treiskni hvørja ferð at reisa seg aftur.
Teir byrjaðu virksemi sítt við at taka ímóti fjarðasild frá bátum á Skálafjørðinum. Tá var rættiliga nógv sild at fáa her á fjørðinum.
Sildin varð saltað í tunnur og útflutt.
Frá síðst í sekstiárunum og til síðst í áttatiárunum framleiddu teir eisini sokallaðu Bakkasildina, ið varð seld í gløsum bæði her heima og uttanlands og sum var sera væl umtókt.
Sum fráleið útvegaðu teir sær eisini eina flakamaskinu, so teir eisini kundu skera sildarfløk.
Men so brádliga hvarv sildin, og hon sást ikki aftur.
##med2##
Ongantíð ráðaleysir
Teir báðir brøðurnir vóru tó ongantíð ráðaleysir. Teir broyttu flakamaskinuna, so hon kundi brúkast til at framleiða
svartkjaft til matna ístaðin. Hetta riggaði eisini sum heild væl.
Men so tók fyrst síla og síðani laksaalingin seg upp fyrst í áttatiárunum, og heldur ikki tá lógu teir omaná boðunum.
Sjúkur og annað gjørdu tó nøkur ár seinni av við meginpartin av mongu alibrúkunum, ið tá vóru kring landið.
Bakkamenninir á Glyvrum vóru millumteirfáu,iðhóraðuundan,og so við og við fingu teir við hørðum, miðvísum og nærløgdum arbeiði lagt lunnar undir ta veldugu menn ing, ið hevur eyðkent fyritøkuna síð ani.
– Var tað ikki tí, at Hans var so málrættaður og støðufastur, sum hann var, so hevði Bakkfrost neyvan verið tað, tað er í dag, heldur Oddvør ikki sørt stolt fyri.
##med3##
Raktur av lungnafibrosu
Hans untist tó bert at uppliva tey fyrstu sekssjey árini av hesi stóru menningini.
Hann andaðist á sjálvum 70ára føðingardegnum hjá Oddvør tann 17. desember 2011, 73 ára gamal.
– Hetta var øgiliga hart bæði fyri meg og børnini. Vit bæði fingu 46 og eitt hálvt ár saman. Hann arbeiddi til tað síðsta, men ætlanin var, at vit bæði nú skuldu njóta lívið saman. Men so skuldi ikki verða, harmast Oddvør.
– Hans stríddist við lungnafibrosu í trý ár. Fimm dagar aftaná, at hann varð innlagdur á Landssjukrahúsið, orkaði hann ikki meira.
– Ongin grunaði, at tað stóð so illa til hjá honum. Vit vóru als ikki fyrireikað upp á hetta. Henda morgunin, eg kom suður at vitja hann, var lagið gott á honum. Hann lá saman við tveimum øðrum sjúk lingum og spurdi skemtandi, um teir ikki hildu, at kona sín kona var vøkur...
##med4##
Doyði í ørmunum á Oddvør
– So sigur hann við meg: Hygg inn í skápið. Har er ein gáva til tín. Hann hevði biðið eina av døtrunum keypa eina silvurs múkku. Hon var so vøkur, og eg var ógvuliga rørd og glað fyri gávuna.
– Brádliga verði eg varug við, at hann versnar og støðan gerst álvar som. Børnini vóru tá á veg suður. Ætlanin var, at vit skuldu halda føð ingardag mín saman og eta lagkøku inni í uppihaldsrúminum, men hetta náddi hann ikki. Børnini kláraðu akkurát at vera við til hansara seinasta andadrátt. Hann doyði í ørmunum á mær. Hetta var ótrúliga hart og ræðuliga tungt, greiðir Oddvør sorgarbundin frá.
##med5##
Lesið samrøðuna við Oddvør Jacobsen í Dimmalætting, sum fæst í leysasølu kring landið.