Handverkaratrot er ein trupulleiki

Í nýggjastu frágreiðing sínari um føroyska búskapin vísir tjóðbankin á handverkaratrotið í Føroyum

Tjóðbankin sigur, at tað í útgangsstøðinum er positivt, at føroysk arbeiðsmegi verður eftirspurd uttanalnds, men samstundis verður víst á, at hetta kann skapa fløskuhálsar og strukturellar trupulleikar í byggivinnuni, skrivar Vinnuhúsið, sum á heimasíðu sínari endurgevur part av frágreiðingini.

 

Eisini metir tjóðbankin, at handverkaramangulin kann viðføra, at annars skilagóðar verkætlanir ikki verða gjøgnumførdar ella gerast munandi dýrari.

 

- Tað er sum so einki nýtt í hesum. Vinnuhúsið hevur nú í langa tíð ávarað móti gongdini og gjørt vart við tørvin á at gera eina kappingarføra skattaskipan, sum lættir um inntøkuskattin hjá løntakarum, sum starvast í Føroyum. Eisini hevur Vinnuhúsið víst á, at tað er neyðugt at lætta um atgongdina til at seta útlendskar handverkarar í starv, skrivar Vinnuhúsið. Har vísa tey eisini á, at tað eru fleiri føroyskar handverksfyritøkur, ið velja at lata vera við at bjóða upp á arbeiði, sum undir vanligum umstøðum høvdu verið áhugaverd hjá fyritøkuni.