Handverkaraformaður afturvaldur

Leygadagin hevði Føroya Handverkarafelag aðalfund og har varð Henry Olsen úr Rituvík afturvaldur til formann næstu tvey árini Í trimum av teimum sjey økisfeløgunum hava stjórnarumboðini í meginfelagnum eisini staðið fyri vali, og á aðalfundinum var boðað frá, at S. Jákup Eliassen er afturvaldur fyri Fuglafjarðar Handverkarafelag, Poul Øregaard er afturvaldur fyri Norðstreymoyar Handverkarafelag, og Heini Heinesen er nýtt stjórnarumboð fyri Klaksvíkar Handverkarafelag.

Hini stjórnarumboðini eru Magnus á Stongunum, fyri AWU, sum er økisfelagið hjá flogmekanikarunum, Karl Magni Hammer, Nes Sóknar Handverkarafelag, Suni Simonsen, Vestmanna Handverkarafelag, og Poul Johannes Svabo, Vága Handverkarafelag.

Eftir aðalfundin skipaði stjórnin seg við næstformanni og starvsstjórn, ið saman við formanninum avgreiðir øll vanlig mál hjá Føroya Handverakarafelag. Starvsstjórnin heldur fram óbroytt, og í henni sita formaðurin Henry Olsen, Suni Simonsen, næstformaður, og Poul Øregaard.