Handtikin í Heathrow fyri Manchester-álop

Bretska løgreglan hevur handtikið ein mann, sum er mistonktur at hava ein leiklut í álopinum í Manchester Arena.

Bretska løgreglan hevur handtikið ein mann, sum er mistonktur at hava ein leiklut í álopinum í Manchester Arena.

 

Bretska løgreglan hevur handtikið ein mann í Heathrow-flogvøllinum í sambandi við kanningarnar av bumbuálopinum við Manchester Arena.

 

Løgreglan upplýsir, at talan var um eina ætlaða handtøku.

 

Tað er ein 38 ára gamal maður nann, sum er handtikin, tí hann er mistonktur fyri at hava brotið bretsku yvirgangslógina.

 

Tað upplýsir Greater Manchester Police í einum tíðindaskrivi.

 

Harvið eru tilsamans 19 fólk handtikin í sambandi við kanningarnar av álopinum. 12 av teimum handtiknu er leyslatin uttan ákærur.

 

Sjey fólk sita framvegis í varðhaldi, ummlýsir Greater Manchester Police.

 

/ritzau/