Handlar skulu ikki sleppa at selja rúsdrekka

– Skipanin við Rúsuni eigur at verða varðveitt, heldur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum

Mótstøðan var hørð, men nú Rúsan hevur virkað í 25 ár, haldi eg, at avgerðin at stovna hana, var tann rætta.

 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Í dag hevur hon lagt eina frágreiðing fyri Løgtingið um rúsdrekka- og rúsevnapolitikkin í framtíðini.

 

Tey, sum vóru ímóti at Rúsan varð sett á stovn, stúrdu fyri, at føroyingar fóru at drekka verri, tí nú varð rúsdrekka lættari at fáa fatur í. Men tey, ið vóru fyri rúsdrekkasøluni, brúktu somu grundgeving, tí tey vístu á, at royndir úr øðrum Norðurlondum vístu, at ein almenn einkarsøla var góð at tálma nýtsluni við, tí atkoman er framvegis avmarkað.

 

Men nú mugu vit ásanna, at Rúsan fekk ikki føroyingar at drekka verri, kanska heldur tvørtur ímóti, sigur Sirið Stenberg.

 

Í fjør drakk hvør føroyingur yvir 15 ár, 2016 6,3 litrar av reinum alkoholi í miðal, og tað er minst í øllum Norðurlondum. Tilsvarandi nýtslan í Grønlandi og í Danmark, sum hava fría rúsdrekkasølu, er yvir níggju litrar.

 

Kortini skulu tølini fyri Føroyar takast við fyrivarni, tí tað er ongastaðni, at tað eru so nógv fráhaldsfólk, sum í Føroyum, og tí er hugsandi, at tey, sum drekka, drekka meiri enn hasar 6,3 litrarnar.

 

Samstundis bendir alt á, at vit eisini eru farin at drekka hóvligari. Ólavsøkan er eitt lýsandi dømi um tað, tí løgreglan sigur nú eru munandi færri tilburðir av  harðskapi enn tað vóru fyrr.

 

Eg eri sannførd um, at skipanin við Rúsuni skal varðveitast, tí fara handlar at selja rúsdrekka, er tað sera sannlíkt, at nýtslan fer at vekja og sostatt eisini skaðiligu avleiðingarnar av rúsdrekkanýtsluni.

 

Í Svøríki hava granskarar víst á, at høvdu tey fingið fría rúsdrekkasølu har, hevði nýtslan vaksið 38 prosent og serliga høvdu tey ungu, og tey, sum ikki duga sær hógv, farið at drukkið verri. Orsøkin til tað er, at rúsdrekka hevði verið atkomuligt allan sólarkringin og allar dagar í vikuna

 

Rúsdrekka er ikki ein vanlig gerandisvøra. Eins og aðrar servørur eru í serligum handlum, eigur rúsdrekka eisini at vera tað, sigur Sirið Stenberg.