Á fundi við Martin Lidegaard, uttanríkisráðharra, førdi løgmaður fram, at landsstýrið ynskir at bøta um handilsviðurskiftini við ES. Á fundinum gjørdist eisini greitt, at danska stjórnin stuðlar føroyska ynskinum.
- Okkara útflutningur er nógv broyttur síðan 1997, tá ið handilssáttmálin við ES kom í gildi. Tí er neyðugt at dagføra handilssáttmálan. Seinastu árini hava vit útflutt nógvan uppsjóvarfisk og laks, meðan vit útflyta minni botnfisk. Verandi sáttmáli viðES leggur ikki í nóg stóran mun upp fyri okkara broytta útflutning. Hetta vísti eg millum annað á á fundinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður
Í morgin skal løgmaður á fund við Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, har tey millum annað skulu umrøða spurningin um yvirtøku av útlendingamálum.
Les eisini Útlendingamál á skrá á toppfundi