Hóast nógv hevur verið sagt og skrivað um stórar broytingar í miðbýnum í Havn, og sjálvt um handilin hjá Kissa er nevndur í málinum í býráðnum í sambandi við, at byggisamtykting verður broytt í økinum, so eru als ongar ætlanir um at gevast við handilsvirksemium hjá Kissa.
Tað ger gamli mannfólkahandilin í miðbýnum púra greitt í boðum til viðskiftafólk á Facebook.
Handilin skrivar soleiðis:
Góðu kundar!
Vit hava í seinastuni fingið fleiri fyrispurningar frá okkara kundum og fólki annars um vit fara at gevast, ella um vit hava selt okkara handil.
Hetta av tí, at fleiri tíðindamiðlar hava viðgjørt eina ætlan um at broyta byggisamtyktina fyri miðbýin í Havn, tí ein byggiharri hevur ætlanir um at byggja leiguíbúðir í Miðbýnum. Tað keðiliga í hesum sambandi er, at Hjá Kissa verður nevnt í tíðindunum - og tí hava fleiri fólk spurt okkum um vit fara at gevast.
Vit skulu bara siga frá, at vit hava ongar ætlanir um at gevast - tvørtur ímóti fara vit enn sum áður at veita øllum okkara mongu trúføstu kundum bestu tænastu yvirhøvur gjørligt.
Hjá Kissa
##med2##
Handilin hjá Kissa liggur ímillum ognirnar hjá P/F Frants Restorff, sum eigur bæði húsini oman fyri handilin hjá Kissa niðan ímóti gongugøtuni Niels Finsensgøtu og gomlu bakaríbygningarnar hinum megin Tórsgøtu. Í sambandi við broytingar í byggisamtyktini fyri økið, eru matrikulin hjá Kissa og nøkrum øðrum grannahúsum eisini nevnd í hesum broytingum. Tórshavnar býráð hevur eisini boðað frá størri broytingum í byggisamtykini fyri býin seinni, sum fevnir um at kalla allan miðbýnum soleiðis, at øll hava somu treytir.












