Í hesum sambandi hevur Heimavirkið sett sær fyri at hátíðarhalda dagin við einum kaffimunni og køkum til gestirnar, sum koma á gátt mikudagin 12.12.12. – opið er frá kl 13 – 17.30.
Finn Kjølbro, skrivar m.a. soleiðis um abba sín:
Jógvan Fr. Joensen (1887 – 1967) seinni betri kendur sum Kjølbro – ið var ættaður úr Gerðum, fór undir handilsvirksemi fyri 100 árum síðan. Tað var tann 12. desember 1912, at hann lat upp handil í egnum hølum á Biskupstøð.
Stutt frammanundan hevði hann fingið handilsloyvi, men í fyrstuni var tað tó sum úthandil hjá stóra Klaksvíkshandlinum, Jørgen Bech & Sønner, har Kjølbro byrjaði sum krambabakallur nøkur ár frammanundan.
Klaksvíkshandilin hevði tá deild á Biskupstøð – úthandil, sum helt til í gomlu handilshúsunum hjá Ziska, beint har, sum neystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag í dag stendur. Her byrjaði Ziska stutt eftir, at einahandilin var avtikin í 1856.
Karin, sum seinni bleiv kona Jógvans – tey giftust í 1909, hevði stýrt deildini. Men av tí at húsini her vóru í ringurm standi, bjóðaði Kjølbro sær til at byggja ein handil 8½ x 11 alin norðureftir upp í sethúsini síni, sum vórðu bygd í 1909 – beint omanfyri.
Leiðslan úti í Klaksvík góðtók hetta, og handilin flutti niðan. Tað er her, ið handilin hjá Norðoya Heimavirki heldur til í dag – bæði í gamla handlinum og í stovuni, har Karin og Kjølbro upprunaliga búðu.
Tað hava verið ymiskar dagsetingar nevndar fyri nær Kjølbro byrjaði virksemi sítt, tí hann byrjaði so nógv ymiskt á leiðini. Men 12. desember 1962 skipaði Kjølbro fyri stórum hátíðardegi fyri virksemi sínum, sum hann tá kallaði 50 ára dagin.
Tí verður hildið fast við, at J. Fr. Kjølbro byrjaði handilsvirksemi sítt 12. desember 1912, har sum Heimavirkið í dag heldur til.










