Handilin fór fullkomiliga í svart

Hópin av fólki nýttu fríggjadagin høvi at keypa, tá tiltakið »Black Friday« aftur var á skránni.

 

Tað var Elding, størsti størsti elektronikkhandil í Føroyum, sum byrjaði við »Black Friday« tiltakinum í Føroyum, og í ár var gjørt uppaftur meira burturúr, við góðum tilboðum til kundarnar.

 

– Vit hava ongantíð havt so nógv fólk í handlinum í Elding, sum fríggjadagin, sigur Levi Egholm Winther, sølustjóri í Elding.

 

– Nógv fólk var allan dagin, og tá vit lótu aftur klokkan 20 var framvegis nógv fólk í handlinum. Vit hava ongantíð áður havt so nógvar kundar ein einstakan søludag, sum fríggjadagin, sigur ein týðuliga móður, men fegin søluleiðari.

 

Levi Egholm Winther vil ikki út við, hvussu nógv Elding hevur seldi fyri fríggjadagin, men hann sigur kortini, at talan er um nógv tann besta einstaka søludagin hjá Elding nakrantíð.

 

– Vit megnaðu at sláa metið, sum var frá Black Friday í fjør, og framgongdin er næstan 50 prosent, sigur hann.

 

– Hetta er ein góður dagur fyri kundarnar, tí vit hava í dag givið ein samlaðan avsláttur til okkara kundar upp á meira enn eina millión krónur, sigur Levi Egholm Winther, sølustjóri í Elding.

 

»Black Friday« kemur upprunaliga úr USA, har handilsseljandi velja at hátíðarhalda Thanksgiving við at selja vørur sínar serstakliga bíliga henda eina dagin á árinum.

 

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja kykmynd úr handlinum fríggjadagin.