Hampiligt veður fyri rest á G!

Veðrið verður rímiligt tað síðsta kvøldið á G! festivalinum.

 

Smásirm verður alt kvøld, so man ger ikki býtt at lata seg í eftir veðrinum. Avfallið fer at liggja millum 0,1 og 0,4 mm.

 

Vindur verður tað ikki nakað serligt av. Hann fer at liggja um 4 og 5 metrar um sekundið.

 

Hitin fer at liggja á 12 gradum.

 

Eitt gott hugskot er tí at lata seg í meira enn eina troyggju. Hóast tað ikki fer at regna eins nógv og í gjár, so fara gummistúvlar eftir øllum at døma at vera hentir. Serliga um man ætlar sær oman á sandin ella á tjaldingarøkið.