Hampiligt veður

- Turt og sólarglottar verða um vikuskiftið, sigur veðurmaðurin, Petur Skeel Jacobsen.

Tað verður av tí frægara veðrinum hetta vikuskiftið, lovar kendi veðurmaðurin.
- Vindurin verður lítil og eingin, staðfestir Petur.
Í morgin verður sama veðrið, tó verður nakað kaldari út á kvøldið. Men ongum nýtist kortini at óttast fyri hvítum avfalli.
Sunnudagin verður aftur lýggjari, samstundis sum hann veksur vindin nakað. Tað verður framvegis turt.
Mánadagin øtlar hann vindin nakað av landsynningi, men tað verður framvegis turt.
Týsdagin og mikudag verður hann sunnan og útsynningur í ættini, og kanska verður okkurt ælið. Hitin fer hesar dagarnar at liggja millum 6 og 10 stig.