- Tað er undarligt at koma í fjølmiðlarnar og verða lagdur undir at gera mun á fólki, um tey bera sjúku ella ikki, tí tað er ikki mín vanliga hugsan. Soleiðis sigur Høgni Djurhuus til í grein, hann hevur sent okkum í kvøld.
Høgni Djurhuus býr á Íslandsvegi 26 í Havn og er sostatt granni hjá húsunum á Íslandsvegi 22, sum hava verið rættiliga umstrídd seinastu dagarnar, tí Bústaðir ikki helt at tað var hóskandi at gera húsini til eitt sambýli fyri sálarsjúk.
Høgni Djuruus vísir á, at lívið á Íslandsvegi hevur verið eitt lív í tolsemi ímillum grannar og onnur. - Vit eru øll von at síggja og liva saman við fólki við serligum avbjóðingum, sum tað nú eitur. Her er Blindastovnur, Deyvahúsið, MBF, sambýli fyri fólki við serligum avbjóðingum og nógv onnur, sum hava livað og starvast her, uttan at tað hevur elvt til trupulleikar ella aðrar illstøður. - So fyri tað hevði tað væl borið til, at ung fólk við sálarligum sjúkum og veikleikum húsaðust á Íslandsvegi 22, sigur hann.
Men tað, sum forargar hann mest, er handfaringin av málinum í Útvarpinum og øðrum fjølmiðlum. - Tíðindini verða borðin fram uttan, at man tryggjar sær at síggja brævið har grannar á Íslandvegi mótmæla at húsini verða nýtt til innivist hjá fólki við sjúku. - Hetta er hampiliga grov ákæra móti okkum, sum búgva við Íslandsvegin, og tí eigur hetta at verða skjalprógvað, áðrenn tað verður borðið fram, sigur hann.
Hinvegin heldur hann ikki, at húsini eru hóskandi at hýsa fólki við sálarligum sjúkum og veikleikum. - Uttan eru tey so ikki nøkur gleði at síggja hvørki hjá sjúkum ella frískum, ein lítil urð niðan eftir, seks parkeringspláss suður eftir, órudd eystur eftir og ruskspannir norður eftir. - Flestu fólk hava tørv á at vistast úti eisini, og tað er ikki serliga unniligt um hesi húsini.
Les alla hansara meining við at trýsta HER
- Nú doyr hetta málið burtur, men eftir stendur at nógv fara at minnast okkum, sum búgva við Íslandsvegin, sum tey íð ikki vildu hava fólk við sálarligum sjúkum og trupulleikum sum grannar, sigur Høgni Djurhuus.
|









