Hamas: At virða vápnahvíld er einasti máti at fáa gíslar heim

Hamas svarar aftur hóttanum frá Trump um at avlýsa vápnahvíldina. Avtalan skal virðast, sigur talsmaðurin.

Mynd: Shir Torem/Reuters/Ritzau Scanpix

Einasti máti at fáa ísraelsku gíslarnar heim er við at virða vápnahvíldina, sum er fingin í lag millum Ísrael og Hamas.

Tað sigur Sami Abu Zuhri, talsmaður fyri Hamas, við tíðindastovuna Reuters.

- Trump skal minnast til, at tað er ein avtala, sum skal virðast av báðum pørtum, og at hetta er einasti mátin at fáa fangarnar heimaftur. Hóttanir hava einki virði og fara bara at fløkja málið, sigur hann.

Í nátt okkara tíð segði amerikanski forsetin, at allir ísraelskir gíslar skulu latast leysir í seinasta lagi leygardagin. Annars eigur vápnahvíldin at strikast, heldur hann.

Sambært vápnahvíldaravtaluni millum Ísrael og Hamas, sum kom í gildi 19. januar, skal Hamas lata 33 ísraelskar gíslar leysar fyrstu 42 dagarnar av vápnahvíldini.

Umvent skal Ísrael sleppa umleið 1.900 fangum úr ísraelskum fongslum - meirilutin palestinar.

Um vikuskiftið var fimta skiftið av fangum og gíslum. Her vórðu tríggir ísraelskir gíslar og 183 palestinskir fangar leyslatnir.

Eftir ætlan verður næsta umfar av at lata gíslar leysar úr Gaza leygardagin.

Men ivi stóðst um útlitini, tá vápnaði vongurin hjá Hamas mánadagin boðaði frá, at leysgevingin av gíslum verður útsett.

Seinni mánadagin dró rørslan í land aftur og segði, at framvegis var møguleiki fyri, at fangaskifti kundi fara fram leygardagin sum ætlað.

 

/Ritzau/

 

Mynd: Shir Torem/Reuters/Ritzau Scanpix