Eg loyvi mær at ivast í, um Gunvá við Keldu veruliga meinar í álvara, at hon heldur skúlabyggingina ganga ov seint. Tað ljóðar harafturímóti sum um, at hon kanska leitar eftir onkrum at seta fingurin á, nú ferð endiliga er komin á tær verkætlanirnar, sum skiftandi býráð annars hava ætlað í fleiri áratíggju.
Tað er í øllum førum ikki i tráð við veruleikan, tá ið ført verður fram, at skúlabyggingin ikki er byrjað. Veruleikin er nevniliga, at skúlabyggingin er byrjað líka sum einhvør onnur byggiverkætlan: við fundamentinum. Risastóra holið, sum nú er grivið á Skúlatrøð, ger pláss fyri fundamentinum undir sjálvum skúlabygninginum, og hetta er ein sjálvsagdur og týðandi partur av byggiverkætlanini.
Umframt hetta, so er eisini størsti parturin av skúlagarðinum niðan í móti Heygavegnum gjørdur, júst sum lagt varð upp til, tá ið spakin varð settur í. Eisini eru Advokathúsini niðurtikin, og sjóhita- og kloakkrør løgd til til endamálið.
Sum býráðspolitikkari og fyrrverandi borgarstjóri eigur Gunvá við Keldu at vita og viðurkenna, at ein og hvør stór byggiverkætlan krevur eitt gott fundament. Og um nakar veruliga heldur, at arbeiðið við skúlabyggingini stendur í stað, so kundu tey gjørt sær sjálvum ta tænastu at farið framvið byggiplássinum og sæð við egnum eygum, hvussu arbeiðsfólkið har er í holt við at gera fundamentið undir nýggja skúlabygninginum. Harafturat verður í løtuni arbeitt við at bjóða sjálvt byggiarbeiðið út, umframt at ovasti parturin av skúlagarðinum longu er liðugur og tikin í nýtslu.
So illgitingar um, at arbeiðið ikki er byrjað, hava ikki hald í veruleikanum.
…tí er so lítið burturúr her blivið
Hesin neiligi framferðarhátturin kann væl hugsast at vera partur av orsøkini til, at stórar verkætlanir sum til dømis skúlabyggingin og nýggi miðbýurin, hava latið bíðað so leingi eftir sær. Man hevur snakkað, men man hevur ikki handlað. Og tá ið onkur nú endiliga er byrjaður at handla, so snakkar man víðari, enntá um trupulleikar, sum slett ikki hava hald í veruleikanum.
So tá ið Gunvá við Keldu nú sáar iva um gongdina við skúlabyggingini, so kann tað skjótt tulkast sum um, at hon bert leitar eftir onkrum at seta fingurin á. Og í so fall leitar hon til fánýtis, tí skúlabyggingin er ikki bert hin størsta einstaka verkætlan í Klaksvíkar kommunalu søgu, hon er eisini ein verkætlan, sum hevur latið bíðað nóg leingi eftir sær. Tí kunnu vit sanniliga gleða okkum um hesa risastóru verkætlan, sum fer at tryggja núverandi og komandi borgarum í Klaksvíkar kommunu ein dygdargóðan og tíðarhóskandi skúla, sum vit øll kunnu vera errin um.
Tað sama kann eisini sigast um miðbýin, sum nú veruliga byrjar at taka skap. Hendan verkætlanin fer somuleiðis at hava ómetaliga stóran týdning fyri býin og borgararnar, og vit kunnu øll gleða okkum nógv til, at Biskupsstorg verður klárt til nýtslu. Bæði miðbýurin og nýggi skúlin eru dømi um tann stóra framburðin, sum fer fram í Klaksvík í løtuni, og sum vit hesa býráðssetuna endiliga hava sjósett. Og tí er tað umráðandi, at vit nú ikki lata íspunnar trupulleikar og spírandi valstríð taka yvir, men í staðin standa saman um tær stóru, slóðbrótandi og spennandi verkætlanirnar, sum eru í gongd í løtuni.









