Hált sum á kalvabaki oman fyri Funning

Um middagsleitið í gjár var ein steinur komin oman á vegin við tunnilsmunnan í Gásadali, og steinurin var ikki mannbærur.

 

 

Stutt fyri klokkan 01 í nátt fekk løgreglan eina fráboðan frá bilførara, sum koyrdi á vegnum oman fyri Funning.

 

- Viðkomandi visti at siga, at her var sera hált - ja, so hált, at tað tók eini 20 sekund, áðrenn bilurin steðgaði, hóast tú bremsaði við ongari ferð.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tíbetur kom bilførarin fram heilskapaður og bilurin somuleiðis.

 

Um náttina verður ikki saltað, og tí er umráðandi, tá líkindini á vegunum gerast so trupult, sum í nátt, at vera árvakin og ansin.

 

Í morgun visti vaktleiðarin eisini at siga, at tey um middagsleitið í gjár fingu eina fráboðan um ein stein, sum var komin oman á vegin.

 

- Hetta var við vestara tunnilsmunna í Gásadalstunlinum. Steinurin var ikki mannbærur, og Landsverk tók sær at uppgávuni, verður lagt aftrat.