Hóast Landsverk í morgun heitir bilførarar um at vísa ans í ferðsluni, tí tað er hált og krapi í støðum um alt landið, so upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini frá, at tey onga fráboðan hava fingið um, at nakran skaða ella óhapp í ferðsluni í morgun.
- Her hevur verið friðarligt, og eingin fráboðan er komi um nakað ferðsluóhapp í nátt ella morgun.
Tað er harvið okkurt, ið bendir á, at bilførarar eru mera varnir, og bilarnir betri skøddir, enn í síðsta mánadag, tá kavin tyktist at taka fleiri bilførarar á bóli og tarnaði morgunferðsluni.
Um átta tíðina í morgun ávaraði Landsverk um hálku í fylgjandi støðum.
Viðareiðisvegurin, á Leiti - 07:58: Roknast kann við hálku.
Gjáarskarð - 07:58: Roknast kann við hálku.
Kambsdalur - 07:58: Roknast kann við hálku.
Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - 07:58: Roknast kann við hálku.
Runavík - 07:58: Roknast kann við hálku.
Norðskálatunnilin, Eystanfyri - 07:58: Roknast kann við hálku.
Høgareyn - 07:58: Roknast kann við hálku.
Sandavágshálsur - 07:58: Roknast kann við hálku.
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 07:58: Roknast kann við hálku.
Kaldbaksbotnur - 07:58: Roknast kann við hálku.
Sund - 07:58: Roknast kann við hálku.
Hvalba - 07:58: Roknast kann við hálku.