Hallur varð traðkaður uppundir

Føroyski landsliðsleikarin kom í eina heldur merkisverda støðu undir dystinum móti Brøndby í gjár

Føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson, hevur fingið eina fína byrjan í nýggja felagnum AC Horsens. Í teimum fyrstu trimum dystunum, hevur hann nevniliga fingið fulla spælitíð í teimum øllum, har AC Horsens enn ikki hevur tapt nakran dyst í Superliguni.

 

Í gjár spældi AC Horsens á útivølli móti Brøndby, og hóast Brøndby var á odda 2-0 undir dystinum, eydnaðist tað AC Horsens at gera eitt comeback, soleiðis at støðan endaði 2-2.

 

Tað var tó eitt annað, ið tók yvirskriftirnar í Danmark eftir dystin. Tað var nevniliga ein støða í fyrra hálvleiki, tá føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson, lá niðri á vøllinum. Hann var so illa meiddur, at hann mátti fáa viðgerð frá fysioterapeutinum. Og heldur komiskt, kom fysioterapeuturin til at traðka Hallur Hansson beint uppundir.

 

Til ber at síggja heldur komisku støðuna her.