Hallur: Týdningarmikið at spæla felagsliðsfótbólt aftur (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Hall Hansson í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag

##med2##

 

Liðskiparin á føroyska fótbóltslandsliðnum Hallur Hansson hevur í eina tíð verið uttan felag, eftir at sáttmálin við AC Horsens gekk út. 

 

Men nú hevur hann fingið nýtt felag. Hann skiftir til Vejle BK, sum eins og AC Horsens spælir í bestu donsku deildini. Hetta er staðfest í morgun, nú Vejle Boldklub hevur lagt tíðindini út við mynd av Halli, sum heldur í nýggju reyðu troyggjuni.

 

Hallur Hansson verður sostatt liðfelagi hjá vinstrabakkinum á landsliðinum, Viljormi Davidsen, sum nú hevur spælt í Vejle í fleiri ár.

 

Fyri Hall hevur tað stóran týdning at sleppa at spæla felagsliðsfótbólt aftur, segði hann við Trónd Arge í Fótbóltspanelinum seinnapartin í dag.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Hall Hansson.