Føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson, skifti fyrr í summar frá Vendsyssel í næstbestu deildini til AC Horsens, sum nýliga er flutt upp í Superliguni.
Sunnudagin byrjar kappingarárið fyri Hallur Hansson og AC Horsens, tá teir á útivølli skulu spæla móti AaB á útivølli, sum hevur Gilla Rólantsson Sørensen við í hópinum.
Í samrøðu við donsku heimasíðuna, bold.dk, sigur Hallur Hansson, at hann er fallin væl til í nýggja felagnum.
- Eg eri fallin ótrúliga væl til. Eri blivin væl móttikin av bæði viðleikarum og venjarunum, so eg skal bestemt ikki klaga yvir byrjanina í felagnum.
Tá Hallur Hansson varð kunngjørdur sum nýggjur leikari í AC Horsens um hálvan juni, segði AC Horsens venjarin, Bo Henriksen, at Hallur Hansson var at roknað sum ein dreymaleikari fyri hann at hava í hópinum sum venjari. Hallur Hansson letur eisini væl at nýggja venjaranum eftir fyrstu tíðina í felagnum.
- Mær dámar væl Bo Henriksen. Hann hevur nógv energi, og gongur høgt uppí sínar leikarar. Hann vil gjarna hava at tað eydnast hjá hvørjum einstakum, og at tað kemur at eydnast hjá liðnum, so eg havi bara gott at bera honum eftir hesa fyrstu tíðina.
Hetta er onnur ferðin at Hallur Hansson spælir fyri eitt felag í Superliguni. Hann hevur fyrr verið partur av AaB, har hann eisini fekk sína Superliga debut. Sunnudagin kann hann fáa sína Superliga debut fyri AC Horsens, tá teir spæla ímóti júst AaB.