Hallur seldur fyri metupphædd

Seldur fyri yvir eina hálva millión krónur

Bæði Vendsyssel og AC Horsens hava nú váttað, at Hallur Hansson er seldur frá Vendsyssel til AC Horsens. Talan er um metupphædd, ið Vendsyssel hevur fingið fyri Hall Hansson. Tað skrivar Vendsyssel á heimasíðuni hjá sær.

 

Hallur Hansson er í Fótbóltspanelinum á Rás2 í dag millum klokkan 16 og 17

 

- Hallur Hansson hevur ment seg ótrúliga nógv, síðani vit heintaðu hann fyri hálvum øðrum ári síðani. Tað er sjálvandi serstakt, at vit nú kunnu selja hann fyri eina metupphædd, sigur Jacob Krüger, ítróttarstjóri í Vendsyssel.

 

Sambært Transfermarkt.com, so merkir tað, at Hallur Hansson er seldur fyri yvir eina hálva millión krónur. Vendsyssel seldi í 2013/2014 sambært heimasíðuni Babajide Ogunbiyi til Viborg fyri áleið ein hálva millión krónur.

 

Les eisini: Hallur Hansson seldur

 

Jacob Krüger leggur afturat, at tað er Halli Hansson sjálvum at takka, at hann í dag er seldur til AC Horsens, tí hann hevur arbeitt so miðvíst við at blíva betri. Tað hevur venjarin hjá AC Horsens eisini lagt til merkis.

 

- Hallur Hansson var ein av teimum bestu spælarunum í 1. deild farna kappingarár, og hevur í eina tíð verið millum teir bestu á føroyska landsliðnum. Hann hevur eitt dna, sum eg elski, sigur Bo Henriksen.

 

Hallur Hansson longi í vetur sáttmálan við Vendsyssel við tí vón, at felagið skuldi flyta upp. Soleiðis bleiv tað ikki, og tí hevur Hallur Hansson leitað sær nýtt felag.