Í annaðkvøld klokkan 21.30 hevur klaksvíkingurin Hallur Joensen akustiska konsert í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn Umframt countrysangaran Hall, luttaka Martin Joensen úr Vestmanna og bólkurin ?4? úr Havn. Øll trý nøvnini hava givið út vælumtóktar fløgur.
Konsertin, sum er eitt serstakt country-tónleikatiltak, er av unplugged slagnum, tað vil siga at akustiskt ljóðføri verða brúkt.
Reinsaríið, sum er í Tórsgøtu, er nýtt spælistað í Havn. Atgongumerki á 150 kronur fáast við dyrnar ein tíma, áðrenn konsertin byrjar.