Hallur og teir fóru krøktir úr Aalborg

Føroyski liðformaðurin í Horsens heldur, at teir kundu tapt 6-0, um teir ikki høvdu so góðan málverja í kvøld

Tað gekk einki, tá ið liðformaðurin á føroyska landsliðnum, Hallur Hansson, saman við liðfeløgunum í AC Horsens í kvøld vóru í Aalborg. Heimaliðið var greitt omaná, og tað endaði við, at AaB vann 1-0.

Úrslitið ber við sær, at AC Horsens einki stig hevur eftir tvey umfør. Málmunurin er 0-4.

-Vit verða hvørt ár roknaðir at vera evni til niðurflyting. Soleiðis er tað eisini í ár, men eg leggi vertin í, hvat tað verður sagt. Eg veit, at vit eiga eitt gott lið, og tá ið vit hava rættað tað, sum higartil ikki hevur riggað, so fara vit at vinna stig og dystir, sigur Hallur Hanssen, sum er liðformaður í AC Horsens.

At tað ikki endaði við størri tapi enn 1-0 í kvøld sigur føroyski liðformaðurin í Horsens komst av, at málverjin var ein sannur brandur:

-Teir pressaðu okkum yvir allan vøllin, og vit megnaðu ongantíð at spæla okkum úr pressinum. Vit royndu oftast við longu og torføru sendingini, og tað miseydnaðist hvørja ferð. Teir vunnu fult uppiborði, og hevði Delac ikki verið so raskur í málinum, so kundu vit havt tapt 6-0, segði Hallur Hansson eftir dystarlok við TV3 Sport.

Næsti dysturin hjá AC Horsens verður sunnudagin á útivølli ímóti Brøndby IF, sum er einasta liðið, ið eftir tvey umfør hevur fulla úrtøku.