Hallur og Kristina minnast Haggard í Íslandi

Føroysku countrytónleikararnir framføra á minniskonsert í Íslandi.

Tveir av fremstu countrytónleikarunum í Føroyum, Kristina Bærendsen og Hallur Joensen, fara í ovurmorgin á pall í íslendska býnum Hafnarfirði, har skipað verður fyri konsert til heiðurs fyri amerikanska countrysangaran Merle Haggard.


Merle Haggard andaðist í heimi sínum 6. apríl í ár, 79 ára gamal. Deyðsorsøkin var fylgisjúkur av lungnabruna



Gjøgnum yrkisleið sína, sum vardi frá sekstiárunum til tíggjuni, hevði Merle Haggard fleiri enn 30 løg ovast á tónleikatindinum í USA. 


Hann var høgt í metum innan countrytónleik, og fekk longu í 1977 pláss í Nashville Songwriters Hall of Fame. Harumframt varð hann eisini innlimaður í Country Music Hall of Fame í 1994, Oklahoma Music Hall of Fame í 1997 og tók móti einum Grammy Lifetime Achievement Award í 2006.