Hallur Hansson var 67 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í KR taptu 1-4 fyri pólska liðnum, Pogon í Stettin.
Úrslitið ger útlitini hjá KR at vinna seg víðari í kappingini ósannlík, tó ein aldrin skal siga aldrin.
Tað var serliga avrikið í fyrra hálvleiki, ið kostaði KR dýrt. Í seinna hálvleiki var liðið úr Reykjavík munandi betri við.
Pogon Stettin 4 - 1 KR
1-0 Kamil Drygas ('7)
2-0 Luka Zahovic ('16)
3-0 Jakub Bartkowski ('39)
4-0 Kamil Drygas ('56)
4-1 Aron Kristófer Lárusson ('71)
Komandi hóskvøld verður returdystur í Reykjavík. Samlaði vinnarin av uppgerðini møtir danska liðnum, Brøndby í øðrum umfari í Europa Conference League undankappingini.