Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin er Country Music Meeting, tey kalla, í Berlin í Týsklandi. Hetta eru tríggir dagar, har fólk innan countrytónleik hittast.
Umboðsfólk og tónleikarar royna at gera vart við seg, og plátufeløg, konsertfyriskiparar og onnur kunna seg um countrytónleik og –tónleikarar.
Í rúgvuni av tónleikarum, sum eru við á countrystevnuni, eru Hallur Joensen og Evi Tausen. Tey fara bæði at hava framførslur á stóra pallinum á stevnuni, og við sær hava tey føroyskar tónleikarar at spæla undir.
Evi hevur seinastu vikurnar verið at sæð á europeiskum og týskum countryhitlistum, og Hallur Joensen er nú farin undir at promovera sína fløgu við duettum, ið hann gjørdi í Nashville í fjør, uttalands.










