Hallur Hansson: Mál, brotnan fingur og enn eitt tap

Superligan: AC Horsens hevur tað trupult í botninum eftir ein ósigurin í dag

AC Horsens tapti í dag triðja dystin upp í slag í seinnu hálvu. Hallur Hansson var á vøllinum allan dystin og legði heimaliðið á odda, men tað endaði við einum 2-1 ósigri móti Randers FC.

Føroyski landsliðsspælarin er liðskipari hjá AC Horsens og hann gekk eisini á odda í dystinum. Hann byrjaði við at leggja AC Horsens á odda longu aftaná seks minuttir. Eftir eitt av tiltiknu longu innkøstunum hjá AC Horsens, endaði bólturin fyri føturnar á Halli Hansson, sum prikaði bóltin í málið.

Ein minutti fyri hálvleik javnaðu gestirnir eftir innlegg úr høgru. Randers setti seg nú á dystin og tað endaði við, at teir fingu eitt heldur margháttligt mál. Liðfelagi hjá Halli skuldi rudda bóltin vekk úr egnum brotsteigi, men endaði við at raka ein mótstøðuspælara og bólturin fór beint í mál.

Hallur Hansson gekk á odda við at skapa góðar støður, tá AC Horsens millum annað vildi hava brotsspark í seinna hálvleiki. Hann var heldur ikki bleytur fyri at tveita seg í vegin ella fara í tvídystir, tá nógv stóð á.

- Hallur er ein liðskipari, sum gongur á odda, segði viðmerkjarin hjá TV3 Max, sum vísti dystin.

Hallur Hansson hevur brotið ein fingur, men tað órógvar ikki meir enn at hann fær spælt. Móti dystarenda sendi AC Horsens 16 ára gamla føðingardagsbarnið, Jeppe Kjær Jensen, á vøllin. Hann er yngsti spælari nakrantíð, sum er komin á vøllin í Superliguni. AC Horsens hevur 25 stig á 11 plássi. Teir enda við hesum helst í niðari hálvu, tá endaspælið fer í gongd.

##med2##