Hallur: Eg havi eina góða kenslu

Landsliðið: Liðskiparin vónar, at tað stóra úrslitið kemur skjótt

##med2##

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin

 

Tað er í kvøld klokkan 19.45, at føroyska landsliðið setur hol á nýggju Nations League kappingina. Tað verður á Başakşehir Fatih Terim leikvøllinum í Istanbul móti Turkalandi.

 

Liðskipari á føroyska landsliðnum er Hallur Hansson. Hann hevur verið við í fleiri ár og heldur fyri, at spælararnir á føroyska liðnum er nær við eitt stórt úrslit.

 

- Tá eg hyggi rundan um meg, so síggi eg nakað tað sama sum undan sigrunum móti Grikkalandi. Vit eru nær við og ongin hongur við høvdinum. Eg sigi ikki at tað kemur í kvøld, men vit eru nær við eitt stórt úrslit. Eg kenni tað aftur frá dystunum móti Grikkalandi, sigur Hallur Hansson.

 

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, sum byrjar klokkan 19.45. FM1 byrjar at senda klokkan 18.45.

 

##ms##