Haller hevur skotið seg í søgubøkurnar

Champions League: Ajax og Inter Milan eru víðari og Sébastien Haller er nýggjur í søgubøkrunum

Fílabeinsstrandingurin í Ajax, Sébastien Haller, hevur í dag skotið seg í Champions League søgubøkurnar. Hann er fyrsti spælarin, sum hevur skotið níggju mál í sínum fyrstu fimm dystum í kappingini. Hann tekur metið frá Erling B. Håland.

 

Ajax vann 2-1 á útivølli móti Besiktas, sum annars var á odda 1-0 á hálvleikinum. Ajax skifti Sébastien Haller inn í hálvleikinum og hann skoraði bæði málini, tá Ajax tryggjaði sær víðari luttøku sum nummar eitt í bólki C. Í bólki D vann Inter Milan 2-0 á Shakhtar Donetsk og hevur tryggað sær víðari luttøku.