Hallby misti sigurin í allarseinastu sekundunum

Pætur Mikkjalsson, Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby máttu taka til takkar við javnleiki móti Aranäs

Pætur Mikkjalsson, Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby tóku í kvøld á heimavølli móti Aranäs í dysti í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Tá 68 sekund vóru eftir av dystinum spældi Rói liðfelagan Andreas Söderman leysan, ið skoraði til støðuna 31-29 til Hallby. Aranäs minkaði um munin til 31-30 við einum brotskasti tá 50 sekund vóru eftir.

 

Ludvig Högberg hjá Hallby misti bóltin í álopsstøðu, og so fekk Aranäs møguleikan at fara í álop, og tá fimm sekund vóru eftir javnaði Petter Donaldsson til javnleik 31-31. Sera harmiligt fyri Hallby, ið ikki hevur vunnið í sjey dystum á rað. Tó hevur verið talan um tveir javnleikir á rað aftaná fimm tap á rað.

 

Hallby er næstaftast í deildini við átta stigum. Tó eru bert trý stig upp til Kristianstad á áttanda plássinum, ið hevur 11 stig. Áttanda plássið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl.

 

Pætur skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál. Rói skoraði tvey mál og legði upp til trý mál.

 

Komandi týskvøld spælir Hallby á útivølli móti gamla liðnum hjá Pæturi, AMO.