Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby skuldu í dag fylgja upp á tann flotta 26-24 sigurin á Sävehof farna mikukvøld.
Men tað endaði við einum 25-27 tapi fyri Hammarby í Stokkhólmi. Í steðginum var støðan javnleikur 10-10.
Rói skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál.
Hallby er fjórðaftast í deildini við trimum stigum fyri fimm dystir.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 taka Rói og liðfelagarnir móti Kristianstad á heimavølli í Jönköping.
Í næstbestu svensku deildini skoraði føroyski málverjin, Aleksandar Lacok eitt mál, tá lið hansara, LUGI spældi javnleik 25-25 móti Tumba á heimavølli. Í steðginum var Tumba á odda 13-10.
LUGI er nummar seks í deildini við fimm stigum fyri fimm dystir.
Komandi leygardag spælir LUGI dyst á útivølli móti Torslanda.