Tvey ferðsluóhapp hava verið í nátt, men sum skilst er eingin mannskaði hendur.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at náttin hevur verið friðarlig. Tað tykist tó, sum hálkan kom eitt sindur óvart á onkran, tí tvey ferðsluóhapp hava verið í nátt og í morgun.
Við Hvítanes fór ein bilur av vegnum, meðan hin bilurin er farin av vegnum omanfyri Válin í Vestmanna.