Funky Faroe Islands
Týsdagurin á føroysku ráðstevnuni í London var gevandi fyri føroysku luttakararnar. Fyriskipararnir høvdu sett saman eina sera góða skrá, við gestum av høgari góðsku. Umframt framløgur av Hilary Riva forkvinnu í British Fashion Council, ið m.a. stendur fyri mótavikuni í London, og Martin J. Asmundsen ráðgeva í vinnumálum við donsku sendistovuna í London, vóru tveir sera áhugaverdir pallborðsfundir á skránni.
Fyrrapartin var tað mótavinnan og hvussu tú sum føroyingur kann gera vart við teg á enska mótapallinum. Pallborðið var mannað av sera kompetentum fólki: Sniðgevanum Susan Brackhouse, ið sjálv hevur roynt at byrja egið virkið, og fingið virkið at yvirliva eisini eftir tey fyrstu árini. Hilary Riva, ið umframt at vera forkvinna í British Fashion Council hevur arbeitt við klædnasølu í eitt mannaminnið, Melanie Winning, ið er stylistur og make-up artistur og hevur arbeitt nógv í mótavinnuni, Sarah Musgrove, ið er strategiskur ráðgevi, og livur av at marknaðarføra sniðgevar og mótablaðkvinnan og sniðgevin av hundafrakkum Wendy Scott, ið eisini hevur skipað fyri hesum partinum av tiltakinum. Kjakið kom víða um, og nógv hugskot um hvussu føroyskur móti kann sláa í gjøgnum í London vóru havd á lofti. M.a. varð sagt, at vit ikki máttu gloyma hvussu forkunnug vit vóru. Okkara støða sum eitt land, ið eingin hevði hoyrt um, var ein áhugaverd søga, ið kundi brúkast, sum jarnbrot inn á enska marknaðin.
Seinnapartin var tónleikurin á breddanum, aftur hesaferð var eitt sera kompetent pallborð savnað, íslendska Anna Hildur Hildibrandsdóttir skipaði fyri hesum parti av ráðstevnuni, og hon hevði fingið: John Best, ið er royndur umboðsmaður í Onglandi, hann hevur m.a. verið umboðsmaður hjá The Verve og fleiri øðrum bólkum, í løtuni fer nógv av hansara orku til at vera umboðsmaður hjá íslendska bólkinum Sigur Rós, <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Christian Ulf-Hansen"$?$end$!$Christian Ulf-Hansen</st1:PersonName$?$end$!$, ið m.ø. er umboðsmaður hjá Teiti, men hevur nógvar royndir úr tónleikaídnaðinum, Richard Laws, ið er sakførari fyri nógvar tónleikarar og plátufeløg, Nick Robbin, ið arbeiðir við nýggjum bólkum hjá plátufelagnum BMI og so Anna Hildur Hildibrandsdottir sjálv, ið m.a. hevur royndir sum tónleikaumboðsmaður og sum PR fólk í sambandi við Iceland Airwaves. Eisini hesin fundur var sera áhugaverdur, og her vóru ráðini aftur, at tað var týdningarmikið at halda fæst í tí sermerkta, ið ger okkum til føroyingar.<BR>Dagurin endaði við, at eitt nýtt pallborð lurtaði eftir brotum úr ymiskum føroyskum løgum. Við tað pallborið sótu narkrir av teimum, ið eru við til at velja bólkar út til plátufeløg. Her vóru Stephen Bass, ið arbeiðir við at finna bólkar til Virgin Records, og áður hevur arbeitt fyri Islands Records og var við til at stovna óhefta plátufelagið Moshi Moshi Records, Garreth, ið starvast hjá CFD Management og <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Christian Ulf-Hansen"$?$end$!$Christian Ulf-Hansen</st1:PersonName$?$end$!$, ið eisini luttók við fyrra pallborið.<BR>Luttakarnir sluppu at hoyra tónleik við m.ø. Yggdrasil, Eivør, Marius, Høgna Lisberg, 200, Gestir, Makrel, Petur og Deja Vu. Skoðsmálini vóru einki serlig, men fleiri av bólkunum, vildu bæði Garreth Christian og Stephen hoyrt meira av. Lagi Morning Dew hjá Høgna Lisberg fekk nógv bestu skotsmálini.
Føroysku luttakararnir tyktust á einum máli um, at tiltøkini týsdagin vóru sera gevandi