Kate og Gerry McCann hava verið í Portugal tað mesta av tíðini, síðani dótturin Madeleine hvarv fyri fýra mánaðum síðani, og tey eru heldur ikki sloppin treytaleyst aftur til Bretlands nú. Portugisiska løgreglan hevur nevnliga treytað sær, at tey bæði koma aftur til Portugals, um løgreglan har vil tosa við tey.
Portugisiska blaðið Diario de Notícias skrivar í dag, at nakrar kanningar, sum rannsóknarstovnurin Forensic Science Service í Birmingham hevur gjørt, verða ætlandi lidnar í hesari vikuni, og sambært blaðnum vóna myndugleikarnir, at kanningarúrslitið fer at geva løgregluni grundarlag fyri at handtaka McCann-hjúnini.
Løgreglan hevur skrivað eina frágreiðing um tað, sum kom burturúr, tá løgreglumenn avhoyrdu Kate og Gerry McCann í síðstu viku. Tann frágreiðingin er latin ákæruvaldinum í Portugal í dag, men sum skilst er løgreglan ikki nøgd við tað, sum McCann-hjúnini søgdu undir avhoyringini. Tá ákæruvaldið hevur kannað frágreiðingina og mett um innihaldið, verður frágreiðingin latin einum dómara í býnum Portimao. Síðani skulu Kate og Gerry McCann avhoyrast eina ferð afturat, og gevur dómarin ákæruvaldinum viðhald, verða hjúnini varðhaldsfongslað, skrivar Diario de Notícias.
Óhapp
Portugisiska løgreglan er av teirri uppfatan, at Madeleine McCann doyði av einum óhappi. Diario de Notícias skrivar frá tí, sum blaðið kallar vælvitandi keldur í løgregluni, at tað er nógv, sum bendir á, at Kate slóð ella koyrdi undir Madeleine, sum datt og fekk so stóran skaða í høvdið, at hon doyði av stoytinum. Løgreglan sigur seg hava funnið teknisk prógv í einum bili, sum foreldrini leigaðu seinni, og løgreglan heldur tí, at tey beindu líkið av Madeleine burtur við hesum bilinum.
-Okkara sannføring gerst tryggari fyri hvønn dag, sum fer, og nú leggja vit okkum eftir at finna líkið, sigur løgregluovastin í Faros-landspartinum, Guilhermino Encarnacao, við Diario de Notícias.










