Hvalbiartunnilin verður ikki fluttur longur út í Trongisvági, soleiðis sum kommunustýrini í Hvalba og á Tvøroyri, hava skotið upp.
Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Upprunaliga varð ætlanin at gera tunnilin at kalla beint undir núverandi tunli, men eftir at undanfarna bygdaráð í Hvalba mótmælti, varð semja um at at flyta linjuføringina nakað væl longur út í Trongisvági. Tað er fyri at sleppa undan einum stórum parti av brekkuni niðan ígjøgnum dalin, sum kann vera rættiliga ófýslig at koyra eftir í vánaligum líkindum. Hendan linjuføringin er víst við teirri gulu strikuni á kortinum.
Men síðani nýggju kommunustýrini tóku við eftir kommunuvalið í heyst, hava bæði kommunustýrið í Hvalba, og kommunustýrið á Tvøroyri, mælt til at flyta tunnilin enn longur út fyri púra at sleppa undan brekkuni. Sostatt skal tunnilismunnin vera beint við viðarlundina í Trongisvági, tað er tann reyða strikan á kortinum.
Heilt skjótt eftir páskir fer Henrik Old at hava fund við bygdaráðið í Hvalba um spurningin, men hann væntar ikki at linjuføringin verður broytt einaferð afturat.
– Eg vænti at vit fara at halda okkum til avtaluna, vit gjørdu við undanfarna bygdaráð, sigur hann.
Sostatt er líkt til, at nýggi Hvalbiartunnilin verður lagdur eftir teirri gulu strikuni.
Henrik Old sigur, at eftir hesi linjuføringini liggur tunnilismunnin so lágt, at tað verður at kalla ongin brekka aftir at koyra niðan ígjøgnum, og tískil er er lítil meining í at leggja tunnilin enn longur út við tí endamáli at sleppa undan brekkuni. Harafturat verður hann einar 600 metrar longri og tilsvarandi dýrari at gera.
Henrik Old sigur, at miðað verður ímóti at gera arbeiðsvegin til nýggja hvalbiartunnilin, og at seta sjøtul á sjálva boringina næsta ár. Men tað verður í 2019, at arbeiðið byrjar av álvara, og í tí sambandi skulu 203 milliónir krónur játtast til tunnilin frá 2019 til 2022.










