Halda ólavsøku í Danmark - børnini hugna sær óført

Terji og familjan vildu gera okkurt saman sum familja, og tí fóru tey til Danmarkar á ólavsøku

Fyri tey flestu merkir ólavsøka at spáka oman og niðan í miðbýnum og heilsa upp á vinir og kenningar, sum ein kanska ikki hevur sæð í nógv ár. Góðan mat, kapróður, sang og kanska onkran einkultan úr vestalummanum.

Summi taka tó avgerð at leita sær burtur í nakrar dagar. Summi fara til Danmarkar, onnur fara suðureftir, og uppaftur onnur fara kanska út á bygd at ferðast.

Ein teirra er Terji Torbein Magnussen, sum í ár valdi at fara við familjuni til Danmarkar um ólavsøkuna. Tá vit fingu orð á Terja, var hann við familjuni í einum spælilandi í Horsens.

- Her er gott at vera. Her eru hoppiborgir, rutsjebanar, spælimaskinur og hvat veit eg. Fyriuttan okkara egnu børn, so eru eini fimm aftrat, so tey hugna sær sum ongantíð fyrr, sigur Terji.

Terji og tey valdu at fara til Danmarkar í ár, tí at tey høvdu hug at gera okkurt saman sum familja. Samstundis hevði elsta dóttirin ikki bindindi til at standa í bíðirøð til alt tað, ið barnafamiljur plaga at gera á ólavsøku, tí valdu tey at sleppa ólavsøkuni í ár fyri at royna okkurt annað.

- Tað var ikki ein løtt avgerð, tá vit tóku hana, men nú vit eru her, so eru vit glað fyri tað, sigur hann og leggur aftrat, at ferðaseðlarnir vórðu keyptir longu í januar mánaði, so øll í familjuni vóru greið yvir, at í ár fór talan at vera um eina annarleiðis ólavsøku, sigur Terji.

Annars ætla tey sær til Legoland sunnudagin, og hóast hann sigur frá regni, so passar tað bara Terja heilt væl, tí so eru enn færri bíðirøðir.

Og hóast ólavsøkan verður hildin, so merkir tað ikki, at hon ikki kann hátíðarhaldast kortini.

- Kanska eg fái mær eina ólavsøkukenning annað av kvøldunum, sigur Terji!