- Vit gleða okkum at halda jól í Føroyum, sigur Birgit Kleis, sum í eitt gott ár hevur røkt starvið sum ríkisumboðsmaður.
Verforeldur hennara koma heim at halda jól saman við teimum, og millum jólanna kemur pápi Birgit úr Danmark til Føroya at halda nýggjár.
- Vit fara, sum vit eru von, at eta gás ella dunnu; tað er ikki heilt avgjørt enn, sigur hon.
Ræstur fiskur og sperðil verður ikki á matarskránni í ríkisumboðshúsinum, tí tað er tað einasta, Birgit so avgjørd svarar nei til, tá hon verður spurd, hvat henni dámar av føroyskum mati.
Bara búð í tveimum býum
Birgit Kleis er fødd og uppvaksin í Keypmannahavn, har hon hevur búð og starvast, til hon í 1986 fyrstu ferð kom til Føroya.
Ta ferðina arbeiddi hon á ríkisumboðsskrivstovuni í tvey ár, so hvørki landið ella starvið vóru henni ókent, tá hon í fjør varð sett í starv sum ríkisumboðsmaður.
- Eg havi bara búð í tveimum býum, Keypmannahavn og Tórshavn, sigur Birgit smílandi.
- Vit vórðu væl móttikin, tá vit komu til Føroyar, og vit hava fingið vinir og kenningar gjøgnum børnini, sigur hon.
Børnini, Thomas og Maria, trívast væl í Føroyum. Tey skilja bæði føroyskt, men tosa fyri tað mesta danskt.
Thomas, sum er 8 ár, gongur í 2. flokki í Kommunuskúlanum, og 4 ára gamla Maria er í dagrøkt.
Jantulógin ikki so týðilig
Birgit hevur altíð dámt Føroyar og føroyingar. Serstakliga er tað avslappaði livihátturin hjá føroyingum, sum tiltalar hana.
- Fólk eru ikki so stressað her, og alt gongur meira róliga fyri seg, sigur hon.
Hon heldur eisini, at fólk eru sera vinarlig, og tað er nakað, sum útlendingar bíta merki í.
- Her nýtist tær ikki at halda teg aftur at seta fólki spurningar av ótta fyri at fáa eitt óvinarligt svar.
Birgit sigur eisini, at í Føroyum er jantulógin ikki so týðilig sum aðrastaðir.
- Her verða fólk vird fyri tað, tey eru og verða sett til. Her duga fólk at gleðast, tá tað gongst øðrum væl, sigur hon.
- Tað merkist, at gudstrúgvin hevur størri týdning her enn haðani, eg komi. Tað kemur millum annað fram í lesarabrøvum ? og her ganga nógv fleiri í kirkju og á møti.
Ikki alt er lætt at venja seg við
- At búgva og arbeiða í einum fremmandum landi er gevandi. Her hitti eg menniskju, eg annars ongantíð hevði havt møguleika at kent, sigur Birgit.
- Men sjálvsagt eru ting, ið eru trupul at venja seg við, t.d. at fara inn til fólk uttan at verða boðin. Hóast fólk ferð eftir ferð biðja okkum koma inn á gólvið, sum siður er hjá tykkum, so er tað nærum ógjørligt hjá okkum at fara, uttan at hava sagt frá fyrst, sigur hon.
Við ríkisumboðsmannastarvinum fylgja nógvar uppgávur, m.a. at fylgja almennum útlendskum gestum, sum koma higar á vitjan. Ikki er óvanligt at bjóða slíkum gestum í útoyggjarnar.
Tá veðrið ikki er til vildar og neyðugt er at fara í lítla bát, stendur ikki væl til hjá Birgit.
- Tað er nakað av tí ringasta, eg veit. Eg man hava fingið skelk, tí nú tori eg enn ikki at rógva kano á stillum vatni, uttan at koma at hugsa um stóru atlantarhavsbylgjurnar, sigur hon.
Kettan, Freja, ger nú týðiliga vart við sína ónøgd. Hon varð koyrd út, tá samrøðan byrjaði, men nú er tolið uppi hjá henni, og hon leypur uppá hurðalásið fyri at sleppa inn til okkara.
Eg havi eisini tikið alt ov mikið av tíðini hjá Birgit - og haraftrat mátti hon bíða eftir mær, tá eg var eitt korter ov sein.
Men tað er júst tað, Birgit dámar so væl við okkum føroyingum...