Partar av russiska Belgorodøkinum verða nú eisini evakueraðir. Tað boðar guvernørurin í økinum, Vjatjeslav Gladkov, frá á boðtænastuni Telegram.
Ukrainski herurin tók seg í farnu viku inn í Russland, og fleiri enn 76.000 fólk eru longu flutt úr Kurskøkinum, sum liggur sunnanfyri Belgorod.
Gladkov sigur onki um, hvussu nógv fólk talan er um.
LES EISINI: Framvegis ukrainskir hermenn í Russlandi
Sambært the Moscow Times, sum hevur tosa við høgtstandandi dulnevndar ukrainskar keldur, so eru túsundtals ukrainskir hermenn partur av átøkum, í Russlandi ið hava til endamáls at gera støðuna óstøðuga í Russlandi og at gera russiskar veikleikar týðiligar.
– Vit eru í álopi nú. Endamálið er at víðka positiónirnar hjá fíggindanum, at volda fíggindanum honum so stóran miss sum til ber og at gera støðuna í Russlandi óstøðuga, soleiðis at fíggindin ikki er førur fyri at verja markið, sigur ein dulnevndur ukrainskur heryvirmaður við blaðið