Halda Eystaru vág reina

Tórshavnar kommuna dagførir nú pumpuskipanina á Kongabrúnni, fyri at tryggja, at Eystara vág framhaldandi verður rein.

Tórshavnar kommuna dagførir nú pumpuskipanina á Kongabrúnni, fyri at tryggja, at Eystara vág framhaldandi verður rein.

 

Meðan hetta arbeiði verður gjørt, vera parkeringsbásarnir á Kongabrúnni avsperraðir.

 

Tórshavnar kommuna sigur, at verandi pumpubrunnar eru frá áttatiárunum, og at pumpurnar eru gamlar og slitnar.

 

Arbeiðið byrjaði í dag og væntast at vara í sjey vikur. Tað er Maskinkoyring Entreprenørar v/ Karl Patursson, sum ger arbeiðið.