Hákun var offur fyri harðligum rumenskum verjuspæli

Aftaná bert tveir minuttir og fimtan sekund mátti Hákun West av Teigum av vøllinum í útidystinum hjá Füchse Berlin móti CSM Constanta

- Eg eri glaður fyri, at eg ikki havi mist nakra tonn. Orðini eigur føroyski landsliðsleikarin hjá Füchse Berlin, Hákun West av Teigum.

 

Tað vóru bert farnir tveir minuttir og fimtan sekund av European League dystinum millum rumenska liðið, CSM Constanta og Füchse Berlin, tá Andrei Valeriu Dragan hjá heimaliðnum rendi albogan hjá sær í andlitið hjá Hákuni, ið mátti fáa viðgerð beinavegin. Hákun kundi tíverri ikki halda fram, og góði gamli Hans Lindberg mátti taka yvir á høgra veingi.

 

Við Sport Bild sigur Hákun seg bara vera fegnan um, at framvegis hava allar tennirnar í munninum aftaná ófantaliga og óregluliga atburðin hjá Andrei Valeriu Dragan. 

 

Rættiliga ergiligt, tí Hákun byrjaði inni í bundesliguni seinasta dyst, og nú slapp hann at byrja inni til dyst í millumumfarinum í European League. 

 

Tað hevur tíbetur spælt væl av hjá Hákuni. Í stuttari viðmerking til in.fo sigur Hákun: - Eg fekk ein stoyt beint undir nøsina, men einki meir enn eitt lítið sár og onnur vørrin er hovin. 

 

Füchse Berlin vann dystin 32-29 (14-15). Høvuðsvenjarin hjá Füchse Berlin, Jaron Siewert sigur við Sport Bild, at hann fegnast um at vera sloppin heimaftur við tveimum stigum aftaná ein sera torføran útidyst. 

 

##med2##

 

Í sama bólki vann Sporting Lissabon úr Portugal á heimavølli 35-33 (17-18) á Dinamo Bukarest úr Rumenia.

 

Füchse Berlin er oddalið við seks stigum. Sporting Lissabon hevur fýra stig, og CSM Constanta hevur tvey stig. Aftast er Dinamo Bukarest við ongum stigi.

 

Komandi týsdag klokkan 17.45 tekur Füchse Berlin móti Sporting á heimavølli.