Hákun spælir á sínum komandi heimavølli í annaðkvøld

Í annaðkvøld spælir Skanderborg Århus á útivølli móti Füchse Berlin í EHF European League

Í annaðkvøld verður toppuppgerð í bólki D í EHF European League.

 

Tá tekur komandi liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin móti núverandi liðnum hjá Hákuni, Skanderborg Århus á heimavølli í tí víðagitni Max Schmelling høllini í Berlin.

 

Høllin er nevnd eftir víðagitna týska nevaleikaranum, Max Schmelling sum livdi millum 1905 og 2005. Max Schmelling vann 40 av 70 dystum uppá "Knock Out". 

 

Bæði Füchse Berlin og Skanderborg Århus hava átta stig fyri fýra teir fyrstu dystirnar tey hava spælt í bólki D.

 

Max Schmelling høllin rúmar 12.000 áskoðarum, og er millum fremstu hallir í Evropa.

 

Füchse Berlin er rættiliga stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum til at vinna á Skanderborg Århus í annaðkvøld.

 

Týskvøldið 13. desember spæla liðini aftur tá Skanderborg Århus tekur móti týska liðnum á heimavølli.