Hákun skoraði tvey mál móti meistarunum

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Aarhus taptu greitt fyri Aalborg í dag

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus høvdu fína vitjan í bestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Meistaraliðið tvey tey undanfarnu árini, Aalborg var á vitjan og tað endaði við einum greiðum sigri til verandi meistaraliðið.

 

Aalborg vann 33-24. Í steðginum var Aalborg á odda 19-13.

 

Hákun West av Teigum fekk tveir bóltar framvið málverjanum hjá Aalborg í dag.

 

Talan er um fyrsta tapið og stigamissin hjá Skanderborg Århus hetta kappingarárið. Komandi hóskvøld hevur Skanderborg Århus torføran útidyst móti Skjern.

 

Støðan:

 

NrLiðDystirStig
1Aalborg58
2GOG48
3Skjern58
4Skanderborg Aarhus46
5TTH Holstebro56
6Fredericia46
7Bjerringbro/Silkeborg55
8TMS Ringsted55
9Skive54
10SønderjyskE54
11Ribe-Esbjerg32
12KIF Kolding42
13Lemvig-Thyborøn42
14Mors-Thy52
15Nordsjælland50