Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus vóru eitt sekund frá at fremja ta stóru sensasjónina í kvøld.
Skanderborg Århus hevði torføran útidyst í bólki 2 í endaspælinum móti toppliðnum, GOG á útivølli.
Tíverri megnaði GOG at javna til endaligu støðuna 34-34 í allarseinasta sekundinum av dystinum. Eitt vónbrot fyri Hákun og liðfelagarnir, ið vóru so nær at koppa risastóra favorittinum á útivølli, men samstundis eitt framúr gott avrik.
Skanderborg Århus var á odda 19-16 í steðginum. Hákun skoraði fýra mál í kvøld.
GOG er fremst í bólki 2 við fimm stigum. Bjerringbro/Silkeborg hevur trý stig, Fredericia hevur tvey stig, og Skanderborg Århus er aftast við einum stigi. Tvey tey fremstu liðini vinna seg í hälvfinalurnar.
Leygardagin spælir Skanderborg Århus á útivølli móti Fredericia.











