Hákun og liðfelagarnir eru trý stig frá hálvfinaluplássinum

Skanderborg Århus tapti fyri Fredericia í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini

Aftaná 34-34 javnleikin móti GOG á útivølli høvdu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus góðar vónir um at fáa úrtøku móti Fredericia á útivølli í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Tað gekk tó ikki eftir ætlan. Fredericia vann dystin 26-23. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13. Hákun skoraði tvey mál í dagsins dysti. 

 

GOG er greitt oddalið við sjey stigum. Bjerringbro/Silkeborg er nummar tvey við fýra stigum. Fredericia er nummar trý við trimum stigum, og Skanderborg Århus er aftast við einum stigi. 

 

Skanderborg Århus hevur tríggjar dystir eftir at leika, so enn kann annað plássið røkkast. Tvey tvey ovastu liðini vinna seg í hálvfinalurnar.

 

4. mai tekur Skanderborg Århus móti GOG á heimavølli. Áðrenn tað fer Hákun saman við hinum á føroyska A-landsliðnum at fokusera fult upp á týdningarmesta hondbóltslandsdystin nakrantíð, EM-undankappingardystin móti Ukraina í høllini á Hálsi komandi mikukvøld klokkan 19.