Hákun millum toppskjúttarnar hjá Skanderborg Århus

Skanderborg Århus kom aftur á sigursslóðina aftaná vónbrotið í EHF European League

Tríggjar dagar aftaná beiska tapið fyri spanska liðnum, Granollers í áttandapartsfinalunum í EHF European League komu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus aftur á sigursslóðina í kvøld.

 

Í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini vann Skanderborg Århus á heimavølli 30-29 á Midtjyllandi. 

 

Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni hjá Skanderborg Århus. Í steðginum var Midtjylland á odda 18-12. Í seinna hálvleiki gekk munandi betri, og fekk heimaliðið knógvað ein sigur heim.

 

Hákun skoraði fimm mál, og hann var millum toppskjúttarnar hjá Skanderborg Århus í kvøld.

 

Skanderborg Århus er nummar seks í deildini við 30 stigum.

 

Skírisdag spælir Skanderborg Århus seinasta dystin í grundspælinum. Dysturin verður á útivølli móti Sønderjyske.

 

Eftir tað fer Skanderborg Århus at kappast í endaspælinum.